Freistir fyri flytingar á ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

  • Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 25. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku. 
  • Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 26. juli kl. 13.00. 

Ólavsøkudagur, 29/7, er vanligur bókingardagur, men uttanlandsflytingar verða ikki avgreiddar hendan dagin.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv