Nýtsluhámørk

Tá ið tú brúkar gjaldskortið uttanlands, eigur tú at vera varug/ur við, at nýtsluhámørk og gjøld eru á ymisku gjaldskortunum. Sum meginregla er niðanfyristandandi galdandi, tá tú brúkar kortið uttanfyri danska kongaríkið.

Ymisk kort geva ymiskar møguleikar, tá ið tú ferðast. Kunna teg um nýtsluhámørk og gjøld, áðrenn tú fert uttanlands.

 

Far til:

Visa/Dankort

Mastercard Debit Standard

Mastercard Standard

Mastercard Gull

Mastercard Platinum



Visa/Dankort

Úttøka í sjálvtøku:
  • 5.000 kr. í okkara sjálvtøkum uttanfyri arbeiðstíð
  • 10.000 kr. í okkara sjálvtøkum í arbeiðstíð
  • 2.000 kr. um samdøgrið í sjálvtøkunum hjá hinum peningastovnunum
  • Gjald fyri úttøku í okkara sjálvtøku er 5 kr. og í sjálvtøkunum hjá hinum peningastovnunum er 8 kr., sí prísbók

    Upphæddirnar omanfyri eru galdandi fyri okkara kundar. 

Mest loyvda nýtsla (keyp + úttøka):
  • 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar
  • Keyp í Føroyum, Danmark og Grønlandi: óavmarkað
  • Úttøka í evrum: Upp til DKK 10.000 í okkara sjálvtøkum í Føroyum. Rokna um, svarar tað til uml. 1.300 evrir. Upphæddin kann tó broytast treytað av peningavirðinum tann dagin, og stødd av seðlum tøkum í sjálvtøkuni.

Gev gætur, at um tú rindar við kortinum á telefonini gjøgnum Apple Pay, Google Pay, Fitbit Pay ella Garmin Pay, kann samlaða nýtslan í mesta lagi vera 25.000 kr.

Mastercard Debit Standard

Úttøka í sjálvtøku:
  • 10.000 kr. um samdøgrið
  • 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Gjald fyri úttøku í sjálvtøku: 5 - 8 kr. alt eftir, hvør sjálvtøka verður brúkt, sí prísbók
Mest loyvda nýtsla (keyp + úttøka):
  • 30.000 kr. fyri hvønn dag
  • 200.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Úttøka í evrum: Upp til DKK 10.000 í okkara sjálvtøkum í Føroyum. Rokna um, svarar tað til uml. 1.300 evrir. Upphæddin kann tó broytast treytað av peningavirðinum tann dagin, og stødd av seðlum tøkum í sjálvtøkuni.

Mastercard Standard

Úttøka í sjálvtøku:
  • 3.000 kr. um samdøgrið
  • 15.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Gjald fyri úttøku í sjálvtøku: 2%, min. 50 kr.
Mest loyvda nýtsla (keyp):
  • 30.000 kr. fyri hvønn dag
  • 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Úttøka í evrum: Upp til DKK 10.000 í okkara sjálvtøkum í Føroyum. Rokna um, svarar tað til uml. 1.300 evrir. Upphæddin kann tó broytast treytað av peningavirðinum tann dagin, og stødd av seðlum tøkum í sjálvtøkuni.

Mastercard Gull

Úttøka í sjálvtøku:
  • 6.000 kr. um samdøgrið
  • 30.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Gjald fyri úttøku í sjálvtøku: 2%, min. 50 kr.
Mest loyvda nýtsla (keyp):
  • 50.000 kr. fyri hvønn dag
  • 50.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Úttøka í evrum: Upp til DKK 10.000 í okkara sjálvtøkum í Føroyum. Rokna um, svarar tað til uml. 1.300 evrir. Upphæddin kann tó broytast treytað av peningavirðinum tann dagin, og stødd av seðlum tøkum í sjálvtøkuni.

Mastercard Platinum

Úttøka í sjálvtøku:
  • 100.000 kr. um samdøgrið
  • 100.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Gjald fyri úttøku í sjálvtøku: 2%, min. 50 kr.
Mest loyvda nýtsla (keyp):
  • 100.000 kr. fyri hvønn dag
  • 100.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar
  • Úttøka í evrum: Upp til DKK 10.000 í okkara sjálvtøkum í Føroyum. Rokna um, svarar tað til uml. 1.300 evrir. Upphæddin kann tó broytast treytað av peningavirðinum tann dagin, og stødd av seðlum tøkum í sjálvtøkuni.

Les eisini

Bílegg kort

Bílegg tað kortið, ið hóskar til tín tørv.

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Skalt tú ferðast, er tað hent at vita, hvør siðvenjan er í ymisku londunum.

sperra kort

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.