Samansparingarkonta

Við einari samansparing kanst tú tryggja teg ímóti óvæntaðum útreiðslum, eitt nú umvælingum av bilinum ella útskifting av hvítvørum. Tú kanst eisini spara saman til bústaðin, ferðir, veitslur ella okkurt annað, ið tú ynskir tær. Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu.

Ein samansparingarkonta eigur at vera ein natúrligur partur av tínum dagligu fíggjarviðurskiftum, so sleppur tú undan at stúra fyri óvæntaðum útreiðslum.

Øll kunnu stovna sær eina samansparing.

Stutt og greitt um samansparingarkontuna

  • Tú avgert, hvussu nógv tú ynskir at spara saman – tað er eingin avmarking á upphæddini
  • Kontan kann meldast til Netbankan
  • Tú kanst velja at hava fleiri samansparingar, t.d. eina til bústaðin og eina til ferðir.

Samansparing til bústaðin

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan. Við einari samansparing verður tað lættari fíggjarliga at byggja ella byggja um. 

Les meira

Keypa bústað

Góð ráð til tín, ið skal keypa bústað

Byggja ella umvæla

Góð ráð til tín, ið skal byggja nýtt ella umvæla

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv