Samansparing+

Ert tú ferð við at spara saman til t.d. eina ferð ella annað har tú setir pengar til síðis, uttan at binda teir. So er Samansparing+ til tín, tí her fært tú eina góða rentu uttan at binda pengarnar. Samansparing+ er til allar kundar - eisini vinnukundar.

Fyrimunir

  • Renta: 1,05%
  • Fá góða rentu frá fyrstu krónu
  • Tak peningin út tá tú hevur hug
  • Stovna fasta flyting ella set inn tá tú hevur hug
  • Kann gerast til felagskontu
  • Tú kanst hava upp til 5 Samansparing+ kontur

Vert at vita

  • Rentan er skiftandi
  • Ein ókeypis flyting um mðr. Eftirfylgjandi kostar hvør flyting 40 kr.
  • Í mesta lagi 1.000.000 kr.
  • Ikki gjørligt at nýta gjaldskort og fastar flytingar av kontuni

Stovna í netbankanum

Tínir pengar eru tryggir í Føroya Banka

Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr).

Ofta spurdir spurningar

Hvussu stovni eg eina Samansparing+?
  • Tú kanst stovna kontuna við at trýsta á knøttin á hesi síðuni. Har fært tú stovna kontuna beinanvegin – tað tekur bert fáar minuttir! Til hetta krevst, at tú hevur netbanka.
  • Um tú ert vinnukundi, kanst tú seta teg í samband við tykkara kundaráðgeva ella senda okkum eini boð gjøgnum netbankan.

  • Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her.

Hvussu stovni eg Samansparing+, um eg ikki eri kundi í Føroya Banka?

Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her.

Hvat telur við í Garantiformuen?

Øll tíni samlaðu innlán upp til 100.000 evrur eru vard av Garantiformuen.

Hvussu flyti eg pengar av kontuni?

Um tú hevur netbanka kanst tú sjálvur flyta pengar av kontuni. Tað er tó bert ein flyting um mðr., sum er ókeypis. Eftirfylgjandi kostar hvør flyting 40 kr.

Hvussu nógvar Samansparing+ kontur kann eg stovna?
Tú kanst stovna fimm kontur pr. persón.

Aðrar samansparingar

3 mánaða samansparing

Um tú vilt fáa enn meira burturúr pengunum, so bjóðar 3 mánaða samansparing eina hægri rentu við at binda peningin í 3 mánaðir.

Samansparing til bústaðin

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Samansparing í íløgum

Vilt tú økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing, er OgnarRøkt ein góður møguleiki. Tú fært fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.

Lille dreng med legetøjsflyver

Samansparing til børnini

Ein munandi samansparing er ein gáva til framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv