Anne Skare Nielsen

Fyrireika tína fyritøku til framtíðina 

Heimurin broytist við fullari ferð. Møguleikarnir gerast fleiri og fleiri. Men hvussu heldur tú kósini í øllum meldrinum? Og hvussu gert tú fyritøkuna klára til framtíðina?

Kom við til ein spennandi og hugvekjandi fyrilestur við Anne Skare Nielsen, sum er ein víðagitin framtíðargranskari og ein eftirspurdur fyrilestrahaldari.

Hon fer millum annað at greiða frá teimum rákum, sum mynda marknaðin, og hvussu framskygdar fyritøkur kunnu brúka tær broytingar, sum vit síggja í heiminum í dag, til ein strategiskan fyrimun. Umframt gott innlit í, hvønn veg heimurin flytur seg, fært tú ítøkilig amboð til at brynja tína fyritøku til framtíðina, soleiðis at tú kanst fáa eyga á viðkomandi møguleikar og brúka teir rætt.

Nær? 6. januar 2026 kl. 14 til 16.

Hvar? Oknarvegur 5 í Havn

 

Vit gleða okkum at síggja teg!

 

Hetta hava onnur sagt um fyrilestrarnar hjá Anne Skare Nielsen:

”Anne er upp á allar mátar eitt serstakt menniskja. Hon er ein sera dugnaligur og hugvekjandi fyrilestrahaldari, og hon er samstundis eisini ein nærverandi, professionellur og avbjóðandi samstarvsfelagi og sparringspartnari innan framtíðarhugsan.”

KENT PETERSEN // Formaður í Finansforbundet


”Anne Skare er ein meistari í at avbjóða status quo og at senda perspektivið út í framtíðina, sum vit saman kunnu skapa. Heilt frá byrjan hevur hon verið við til at orða visiónirnar fyri uppbyggjandi tíðindaflutning, sum nú er ávegis at gerast eitt víðfevnt altjóða rák. ”

ULRIK HAAGERUP // Fyrrverandi tíðindaleiðari hjá DR og nú stjóri í Constructive Institute


Tekna teg her: