Legg tína fyrstu fíggjarætlan
Tað er týdningarmikið at hava neyðuga yvirlitið yvir tínar pengar, soleiðis at tú veitst, hvørjar inntøkur (lummapeningur, gávur v.m.) og útreiðslur (telefon, klæðir o.a.), tú hevur hvønn mánað.
Her kann ein fíggjarætlan vera eitt sera hent amboð til at geva samlaðu myndina, so tú altíð hevur pengar tøkar - eisini seinast í mánaðinum.