BankNordik legat til norðurlendska studentaflokkin

Í august byrjar ein nýggjur studentaflokkur fyri ung í norðuratlanti - norðuratlantiski studentaflokkurin. Flokkurin fer komandi trý árini at nema sær studentsútbúgving í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Sum lesandi í norðuratlantiska studentaflokkinum eru útreiðslur til kost, bústað og  ferðing ímillum tey fýra londini.

Í hesum sambandið veitir BankNordik eitt legat til ein føroyskan lesandi í norðuratlantsflokkinum. Legatið er 150.000 kr. í alt – 50.000 kr. pr. ár tey trý árini útbúgvingin varðar.

Fyri at koma uppá tal til legatið skalt tú gera fylgjandi:

  • Skriva eina motiveraða umsókn, har tú fortelur okkum hví vit skulu stuðla júst tær

  • koma til myndatøku í samband við at vit kunngera hvør far legatið

     

  • hvørt semestur - tvs. seks ferðir í lestrartíðuni - gera eina frásøgn um eitt hvørt í samband við lestnaðin. Hetta kann gerast við at skriva ein tekst, gera ein film ella okkurt heilt triðja - tað er upp til tann einstaka næmingin. Tilfarið verður brúkt á heimasíðu og sosialu miðlum BankNordiks.

Fyri at søkja um legatið skalt tú senda motiveraðu umsóknina saman við umsóknini um at sleppa inn í norðuratlantiska studentaflokkin.

Á www.nordatlantisk.dk ber til at lesa meira um hvussu tú søkir inn á útbúgvingina.


Ungdómsbankin

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit 5 góð ráð til tínar pengar.

Útisetar

Vit hjálpa tær í útlegd - bæði áðrenn tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina av tínum pengum.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum teldubræv