Støðan á partabrævamarknaðinum
Summarið á partabrævamarknaðinum hevur verið friðarligari enn væntað.
Frá mars til juni í ár hækkaðu partabrøv um allan heim upp á sama støðið, sum var, áðrenn koronakreppan av fyrstan tíð herjaði í februar og mars. Altjóða partabrøv eru nú bara umleið 5% lægri, enn tey vóru í byrjanini av hesum ári.
Síðani juni hevur tað verið rættiliga friðarligt á partabrævamarknaðinum, og orsøkin er helst stóra óvissan um koronasmittuna og um tær avleiðingar, sum koronasmittan kann hava á heimsbúskapin.
Tað er eingin loyna, at heimsbúskapurin er í kreppustøðu, og at koronasmittan framvegis spjaðir seg. Hinvegin sæst, at tey flestu londini eru komin betur ígjøgnum hesa kreppuna, enn væntað varð fyri bert nøkrum fáum mánaðum síðani. Ein av orsøkunum til, at búskapargongdin er frægari enn væntað, eru ymisku hjálparpakkarnir, sum hava stimbrað bæði fyritøkur og brúkarar.
Á myndini omanfyri sæst, at partabrævamarknaðurin hevur verið friðaligari í summar samanborið við gongdina í vár.
Hvørjar búskaparligar avleiðingar hevur COVID-19 við sær?
Tað er trupult at siga, hvørjar langskygdar búskaparligar avleiðingar COVID-19 hevur við sær.
Meðan fólk fyri tað mesta halda seg heima, er privati keypshugurin minni, og hetta hevur við sær minkandi inntøkur hjá nógvum fyritøkum, sum eru skrásettar á partabrævamarknaðinum.
Um myndugleikarnir skjótt fara at lata londini meira upp, kann tað hugsast, at stórir íleggjarar fara at síggja gongdina seinastu tíðina sum eina stutta viknan. Men um tað dregur út, kunnu nógvar fyritøkur vænta sær stóran inntøkumiss, og tað kann hava lægri partabrævakursir við sær.
Vit mæla til at halda fast í íløguprofilinum
Sum meginregla mæla vit ikki okkara kundum til at gera munandi broytingar í íløgunum, men at varðveita íløguprofilin í mun til váða og tíðarskeið. Ein lættur máti at gera júst hetta, er at gera íløgur í íløguprógv, sum er samansett við bæði partabrøvum og lánsbrøvum.
Gert tú íløgur í eitt samansett íløguprógv, hetta kundi t.d. verið BankInvest Optima, verður tín váðaprofilur óbroyttur, tí samansetingin við partabrøvum og lánsbrøvum eru støðug. Ítøkiliga merkir hetta, at tá partabrævakursirnir fella, verða partabrøv sjálvvirkið keypt í íløguprógvið, og tá partabrævakursirnir hækka, verður selt.
Um bankin røktar tínar íløgur
Um tú hevur eina avtalu um íløgurøkt við bankan - t.e. eina avtalu, har vit røkta tínar íløgur fyri teg - so fylgja vit neyvt við gongdini og gera tær tillagingar, sum vit meta eru skynsamar, og sum geva tær betri møguleika fyri avkasti og minka um váðan.
Vit keyptu partabrøv fyri flestu kundarnar stutt fyri, at partabrævamarknaðurin rakti botnin í mars, og hava síðani havt vinning av hesum partabrøvunum. Í løtuni eru minni íløgur gjørdar í partabrøv enn vanligt, men hinvegin eru størri íløgur gjørdar í lánsbrøv við høgari rentu.
Tilmæli frá tveimum av okkara samstarvsfeløgum
Í seinastu útgávuni av danska blaðnum Pengenyt er ein samrøða við Andrea Panzieri, íløgustjóra hjá BankInvest, og Janne Bjerregaard, leiðandi íløgurøktara hjá Sparinvest. BankInvest og Sparinvest eru tveir av okkara tøttu samstarvsfeløgum á íløguøkinum.
Í samrøðuni leggja tey bæði stóran dent á, hvussu umráðandi tað er at vera langskygdur, tá talan er um íløgur. Eisini koma tey bæði við viðkomandi dømum frá øðrum kreppum á teirra longu starvsleið.
Serliga galdandi fyri pensjón
Fyri tey flestu, ið gera íløgur við pensjónini, fáa kurssveiggini í hesum døgum ikki so stóran týdning. Tá ið tú gert íløgur við pensjónini, sparir tú upp so hvørt, og tað merkir, at smærri íløgur verða gjørdar hvønn mánað. Tað vil siga, at íløgur verða gjørdar, bæði tá ið partabrævamarknaðirnir hækka, og tá ið teir lækka. Sostatt kanst tú fáa eitt kurstap í sambandi við tær íløgur, ið vórðu gjørdar ein mánað, meðan tú fært tað, ið verður sett í íløgur mánaðin eftir, samsvarandi bíligari.
Íleggjarar fáa tí áleið tað miðalavkastið, sum marknaðirnir geva, frá tí at teir byrja at gera íløgur við pensjónini, og til teir verða pensjóneraðir. Sveiggini hava tí ikki so stóran týdning, sum fólk kanska hava lyndi til at halda.
Kundar, ið nærkast pensjónsaldri, hava vanliga ein lægri váða í virðisbrævaognini, t.v.s. ein minni partabrævapart, enn tá ið teir vóru yngri. Kurslækkingarnar á partabrævamarknaðinum hava tí sjáldan stóra ávirkan á kundar, ið skjótt fara frá fyri aldur.
Spyr okkum, um tú ivast
Hevur tú tørv á at tosa við okkum – t.d. fyri at tryggja, at íløguprofilurin samsvarar við tíni ynski og tín tørv – ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru tøk á telefon og á netinum.