Koronasmittan og gongdin á partabrævamarknaðinum
Síðani miðjan februar eru partabrævamarknaðirnir samanumtikið lækkaðir við umleið 30%. Hinvegin hava flestu lánsbrøvini klárað seg munandi betur, og tað er vanligt í sambandi við kurslækking á partabrøvum. Tað eru tvær høvuðsorsøkir til niðurgongdina á partabrævamarknaðunum:
Niðurgongdin kemst í fyrstu syftu av COVID-19 og smittufyribyrgjandi tiltøkunum hjá myndugleikunum í tí sambandi. Í aðru syftu verða partabrævakursirnir ávirkaðir av samstarvsslitinum millum Russland og oljuframleiðandi OPEC-londini. Ein avleiðing av hesum er eisini, at oljuprísurin er lækkaður við heili 40 % í mars. Tað leggur trýst á ídnaðarfyritøkurnar, sum frammanundan vóru byrjaðar at vísa framstig.
Hvørjar búskaparligar avleiðingar fer COVID-19 at hava?
Vit vita ikki, hvørjar langskygdar búskaparligar avleiðingar koronasmittan fer at hava við sær. Meðan fólk halda seg heima, er privati keypshugurin minni, og hetta hevur við sær minkandi inntøkur hjá nógvum børsskrásettum fyritøkum.
Um myndugleikarnir skjótt fáa tamarhald á smittuni, kann tað væntast, at stórir íleggjarar fara at síggja tíðarskeiðið sum eina fyribils viknan. Men um tað dregur út, kunnu nógvar fyritøkur vænta sær stóran inntøkumiss, og tað fer at hava lægri partabrævakursir við sær. Óvissan um, júst hvussu henda gongdin fer at vera, er ein av orsøkunum til, at partabrævakursirnir sveiggja so nógv frá degi til dags.
Hava helst ikki rakt botnin
Vit vita ikki, hvussu leingi ella nógv kursirnir fara at lækka, men tað hevði nokk verið ov bjartskygt at væntað, at botnurin longu er raktur.
Ofta venda partabrævamarknaðirnir munandi fyrr, enn yvirskriftirnar í miðlunum geva ábendingar um tað. Tá ið partabrævakursirnir byrja at hækka aftur, kunnu kundar, ið varðveita sín íløguprofil, tí vera vísir í at fáa gagn av hækkingini alt fyri eitt. Og hetta hendir vanliga, áðrenn miðlarnir byrja at skriva nakað jaligt. Tá ið botnurin er raktur, fara vit helst at síggja partabrøvini hækka munandi, áðrenn nøkur greining ella nakar miðil fer at siga, at tað nú byrjar at síggja ljósari út. Í 2009 var tað t.d. framvegis stórur ivi um, hvussu burðardygg framgongdin var, hóast partabrøvini vóru hækkað 50% eftir 3 mánaðum.
Vanligi íløgukundin missir tíbetur nógv minni enn tað, sum tað ber til at lesa um í bløðunum og á netinum. Flestu kundarnir hava nevniliga ein miðal váða, og tá er bert sløk helvtin av pengunum sett í partabrøv. Tað er tó sjálvandi framvegis sera óhugaligt hjá tí einstaka at síggja sínar íløgur lækka í virði.
Okkara tilmæli
Sum meginregla mæla vit ikki okkara kundum til at gera munandi broytingar í sínum íløgum, men at varðveita íløguprofilin í mun til váða og tíðarskeið. Tað er eisini umráðandi at hava í huga, at um tú broytir strategi og selur partabrøvini nú, so kanst tú samstundis vænta at missa kurshækkingarnar, ið koma, tá ið marknaðirnir venda aftur. Og tað fer at ávirka avkastið. Legg eisini til merkis, at um tú hevur eitt stutt íløgutíðarskeið, fylla partabrøv vanliga ikki so nógv í tínari samlaðu virðisbrævaogn. Kurstapini eru tí vanliga avmarkað.Um bankin røktar tínar íløgur
Um tú hevur eina avtalu um íløgurøkt við bankan - t.e. eina avtalu, har vit røkta tínar íløgur fyri teg - so fylgja vit væl við gongdini og gera tær tillagingar, ið vit meta vera skynsamar, og sum geva tær betri møguleika fyri avkasti og minka um váðan.Longu áðrenn kursirnir lækkaðu, hevði tú ein minni part av tínum íløgum í partabrøvum enn samarberingargrundarlagið , sum vit brúka til íløgurnar (tað sokallaða ”benchmark”).
Um vit taka ein vanligan kunda sum dømi - t.e. ein kundi, ið hevur miðal váða og eitt miðallangt íløgutíðarskeið - so eru uml. 42% av íløguognini nú sett í partabrøv, meðan samanberingargrundarlagið er 50%.
Serliga galdandi fyri pensjón
Fyri tey flestu, ið gera íløgur við pensjónini, fáa kurslækkingarnar í hesum døgum ikki so stóran týdning. Tá ið tú gert íløgur við pensjónini, sparir tú upp so hvørt, og tað merkir, at smærri íløgur verða gjørdar hvønn mánað. Tað vil siga, at tú gert íløgur, bæði tá ið partabrævamarknaðirnir hækka, og tá ið teir lækka. Sostatt kanst tú fáa eitt kurstap í sambandi við tær íløgur, ið vórðu gjørdar í farna mánaði, meðan tú fært tað, ið verður sett í íløgur henda mánaðin, samsvarandi bíligari. Sum íleggjari fært tú tí á leið tað miðalavkastið, sum marknaðirnir geva, frá tí at tú byrjar at gera íløgur við pensjónini, og til tú verður pensjónerað/ur. Sveiggini hava tí ikki so stóran týdning, sum fólk kanska hava lyndi til at halda.Kundar, ið nærkast pensjónsaldri hava vanliga ein lægri váða í virðisbrævaognini, tvs. ein minni partabrævapart, enn tá ið teir vóru yngri. Kurslækkingarnar á partabrævamarknaðinum hava tí sjáldan stóra ávirkan á kundar, ið skjótt fara frá fyri aldur.
Spyr okkum, um tú ivast
Vanliga er tað galdandi, at jú longri íløgutíðarskeiðið hjá tær er, - t.v.s. jú longri tíð tað er til, at tú væntar at skula brúka peningin - jú róligari kanst tú vera. Marknaðirnir venda aftur og finna eina natúrliga legu í mun til tíðina áðrenn koronasmittuna.
Um tú hevur tørv á at tosa við okkum – t.d. fyri at tryggja, at tí íløguprofilurin samsvarar við tíni ynski og tín tørv – ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru tøk á telefon og á netinum.
- Her sært tú eitt yvirlit yvir okkara deildir og starvsfólk
- Les meira um, hvussu tú heldur netfund við okkum