Íløguárið 2021

Okkara íløgudeild hevur tikið samanum íløguárið 2021, ið bæði var merkt av koronufarsóttini og stórum avkøstum.

Eitt gott partabrævaár

Taka vit samanum gongdina á partabrævamarknaðinum, kunnu vit staðfesta, at 2021 gjørdist eitt ár við stórum avkøstum og fáum og smáum korrektiónum. MSCI World-vísitalið, sum endurspeglar gongdina á alheimspartabrøvum, vísti eitt avkast á 22,3%. Stóra avkastið stóðst einamest av stórum framburði í amerikanskum partabrøvum, men eisini í partabrøvum í øðrum londum. Størsta orsøkin til framburðin vóru framhaldandi góðu útlitini fyri vøkstri í inntøkum hjá fyritøkum, m.a. orsakað av framhaldandi linkingum av koronuleiðreglum og upplatingum av samfeløgum.

Hóast koronufarsóttin aftur í 2021 bar avbjóðingar við sær, vórðu vakstrarútlit og makroøkonomisk parametur verandi góð. Serliga fyri amerikanska búskapin, sum við ársenda hevði eitt BTÚ, ið var hægri enn tað var, tá ið koronufarsóttin av fyrstantíð rakti. Umframt USA, megnaðu fleiri onnur lond eisini at innheinta afturgongdina, sum hevði verið í BTÚ síðani á vári í 2020, og hetta sást aftur í góðu gongdini á partabrævamarknaðinum.

Gongdin á lánsbrævamarknaðinum

Á lánsbrævamarknaðinum sóu vit ikki somu avkast sum á partabrævamarknaðinum. Í fleiri londum í vesturheiminum, eitt nú í USA, Týsklandi og Danmark, hækkaðu 10-ára statsrentur, men gjøgnum árið sóu vit sveiggj. Rentuhækkingar sóu vit serliga í fyrra hálvári, meðan seinna hálvár var merkt av fleiri sveiggjum millum ársins rentutopp og rentubotn. Við ársenda var danska 10-ára statsrentan á 0,10%, ein samlað hækking á 0,55 prosentstig fyri árið. Nøkulunda sama mynstur sást eisini á bæði amerikansku og týsku 10-ára statsrentunum. Rentuhækkingarnar førdu til kurstap á bæði stats- og realkredittlánsbrøvum, meðan vinnulánsbrøv góvu eitt betri avkast.

Covid-19 ávirkaði framvegis

Hóast vit í 2021 sóu víðfevnda framgongd á partabrævamarknaðum, vóru marknaðirnir framvegis nakað ávirkaðir av koronufarsóttini. Á sumri var tað delta-frábrigdið, sum gjørdi um seg, og móti endanum av árinum var tað omikron-frábrigdið, sum eftir stutta tíð gjørdist ráðandi frábrigdið kring heimin. Fráboðanir úti í heimi um, at sjúkueyðkenni hjá omikronsmittaðum vóru mildari enn frá undanfarnum frábrigdum, høvdu tó við sær, at marknaðurin ikki ávirkaðist eins ógvusliga av omikron-frábrigdinum, sum hann gjørdi í sambandi við undanfarin frábrigdi. Kortini kendu fleiri lond seg noydd til aftur at herða koronutilmælini og í ymsum førum eisini at seta krøv um koppseting í verk. Tað kemst ikki uttanum, at tað fer at leggja trýst á BTÚ-vøksturin. Hvussu stórt tað trýstið verður, ber tó framvegis ikki til at siga nágreiniliga.

Útlit fyri 2022

Samstundis sum inflasjónstøl eru hækkaði nógv seinasta hálva árið, hevur tosið um strammari pengapolitikk vundið uppá seg – kanska serliga í USA, har dúgliga hevur verið tosað um, at miðbankin stigvíst fer at minka um síni lánsbrævakeyp, hækka rentur, o.s.fr. Miðbankar brúka ofta rentuhækkingar sum amboð til at tálma høgari inflasjón. Hetta kann tó samstundis leggja trýst á virðismetingar av partabrøvum, sum ofta lækka í tíðarskeiðum við hækkandi rentum. Royndir at tálma spjaðingini av omikron-frábrigdinum kunnu eisini fara at vísa seg at darva búskaparligu gongdini í ávísan mun.

Hóast hetta meta vit, at vit í 2022 fara at síggja framhaldandi inntøkuvøkstur hjá fyritøkum, og tí eisini framhaldandi framgongd á partabrævamarknaðinum. Vit vænta tó ikki, at framgongdin verður eins stór og hon var í 2021. Í teimum førum, at vit síggja tálmandi pengapolitikk og hækkandi rentur, kann avkastið á lánsbrøvum tó fara at vísa seg at koma undir eitt ávíst trýst.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv