Góð ráð um børn og pengar

Um tú tíðliga byrjar at tosa við barnið um pengar og samansparing, kanst tú leggja lunnar undir góðar peningavanar frá barnsbeini. Við dømum úr gerandisdegnum kanst tú t.d. greiða frá, hvussu nógv tað ber til at fáa fyri 10 kr. ella 100 kr. 

Lummapengar

Gevur tú barninum lummapengar, kann tað tíðliga læra at raðfesta keyp og pengar. Lær barnið, at tað er í lagi ikki at hava ráð til alt, og at tað er snilt at ynskja sær leikur o.a. í føðingardagsgávu ella jólagávu.

Pengaskápið er ein ókeypis app til børn, sum gevur børnunum yvirlit yvir egna samansparing og nýtslu - bara við at hyggja í telefonina. 


Gjaldskort og pengar

Tað kann vera torført hjá yngra barninum at skilja, at eitt gjaldskort ikki er tað sama sum ein ótømandi pengakelda. Um tú vísir barninum pengaseðlar og myntir, gerst tað ofta meira ítøkiligt og lættari at skilja.

Tað hálvvaksna barnið kanst tú læra at halda skil á pengunum við at leggja eina einfalda fíggjarætlan. Tað gevur yvirlit yvir dagligu penganýtsluna og kunnleika um, hvat ymiskt kostar.


Tre teenagepiger betaler i en café

Gjaldskort og Netbankin til ung 

Við einum Mastercard Debit korti ber ikki til at nýta meira pening enn tú eigur. Tá barnið er 13 ár, kann tað fáa atgongd til Netbankan, har tað kann síggja saldu og flyta av nýtslukontuni. Tað er ein góð venjing hjá barninum at kunna fylgja við egnum peningaviðurskiftum.

Hugskot, ið kunnu stuðla undir skilagóðar pengavanar

  • Lat barnið hava ein fastan matdag, har tað hevur ábyrgd av at keypa inn og gera nátturða til familjuna. 
  • Lær barnið um handil og sølu við at lata barnið selja ymiskar lutir, sum tað ikki hevur tørv á longur – t.d. á loppumarknaði.
  • Spar saman til barnið í góðari tíð, so pengarnir sleppa at vaksa. Um tú vilt geva barninum møguleika fyri størri vinningi, eru virðisbrøv ein møguleiki.
  • Lær barnið at spara saman og um týdningin av at duga at leggja pengar til viks. Á tann hátt fær barnið góðar fortreytir fyri at fáa skynsamar pengavanar seinni í lívinum.
  • Tosa við barnið um at ferðast trygt á netinum. Lær tað at verja persónligar upplýsingar, soleiðis at samleikin ella gjaldskortið hjá barninum ikki verða misbrúkt.

 

Tosa við barnið um pengar

Tað er umráðandi, at tú tosar við barn títt um pengar og nýtslu fyri at hjálpa barninum at fáa góðar pengavanar.

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind.

Tryggingar til børn 

Við Barnavanlukkutrygd er barn títt tryggjað, um tað verður fyri óhappi ella fær skaða.

NordikBørn

Gev barninum eina góða og læruríka fíggjarliga byrjan.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv