Mastercard kredittkort
Mastercard kredittkort er eitt altjóða gjaldskort, sum kann brúkast í handlum og matstøðum kring allan heimin.
Rentufríur kredittur
Kortið hevur ein rentufrían kreditt, ferðatrygging og avsláttaravtalur við útvaldar matstovur og handlar.
Mastercard Standard, Gold og Platinum hava øll eina ferðatrygging knýttað at kortinum. Tú kanst tó eisini velja at fáa Mastercard Standard uttan ferðatrygging.
Les meira um fyrimunir við kredittkortum longri niðri á síðuni.
Samanber kort
Standard
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
- Kreditthámark: 30.000 kr.
- Møguleiki at velja ferðatrygging
- Møguleiki at fáa familjukort
Gold
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
- Kreditthámark: 50.000 kr.
- Ferðatrygging
- Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
- Møguleiki at fáa familjukort
Platinum
Familjukort
Hevur tú eitt Mastercard kredittkort hjá okkum, kanst tú fáa eitt familjukort til makan og heimabúgvandi børn, sum eru eldri enn 18 ár. Ongar tryggingar ella ískoytistænastur eru knýttar at familjukortinum. Tryggingar eru bert knýttar at høvuðskortinum.
Fyrimunir við kredittkortum
Tað fylgja nakrir serligir fyrimunir við kredittkortum, sum t.d. tryggingar og avsláttaravtalur.
Tey trý sløgini av kredittkortum hava ymiskar fyrimunir sær.
Samleikatjóvarí
Sum dømi kann nevnast, at á gull og planitum kortinum fæst trygging fyri samleikatjóvarí. Verður tín samleiki stolin og misnýttur, veitir tryggingin endurgjald fyri løgfrøðiliga hjálp og mist arbeiði. Samleikatjóvarí fevnir um pass, talgild loyniorð, talgildar undirskriftir, koyrikort, pin-kotur, p-tal, kontonummur o.s.fr.
Trygd á netinum
Platinum kortið hevur harafturat eina trygging, sum tryggjar teg og tína familju móti ágangi á netinum. Til dømis, um mann er úti fyri, at persónligar myndir, tekstur, sjónbrot og/ella ljóð verða almannakunngjørd á netinum. Tryggingin fevnir eisini um, um børn, sum ikki eru komin til lógaldurs, leggja myndir/ljóð/sjónbrot/tekst av sær sjálvum á netið. Tryggingin veitir tá endurgjald fyri løgfrøðiliga og praktiska hjálp at taka tilfarið av netinum aftur, umframt sálarfrøðiliga hjálp.
Tryggingarupphæddin og tryggingartreytirnar eru ymiskar fyri ymisku kortini. Les meira undir tryggingartreytunum.
Mastercard og trygging
Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí yvirlit yvir tryggingar niðanfyri.
- Tryggingartreytir fyri Mastercard Standard
- Tryggingartreytir fyri Mastercard Gull
- Tryggingartreytir fyri Mastercard Platinum
Viðkomandi leinki
Fá avsláttur, tá tú ferðast
Hevur tú eitt Mastercard, kanst tú fáa avsláttur, tá ið tú vitjar djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.
Spurningar og svar
Hvussu nógv kann eg brúka?
Hvat skal eg gera, um kortið er misnýtt?
Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.
Í avgreiðslutíð okkara kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.
Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.
GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:
- Navn
- Bústað
- Peningastovn
- Kortnummar ella kontunummar
Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.
Kann eg brúka somu pinkotuna til fleiri kort?
Hvussu sperri eg mítt kort?
Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.
Í avgreiðslutíð okkara kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.
Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.
GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:
- Navn
- Bústað
- Peningastovn
- Kortnummar ella kontunummar
Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.