ESG-frágreiðingar
Í Føroya Banka brúka vit ESG-lyklatøl til at lýsa, hvussu vit sum samtak standa okkum, tá ið tað snýr seg um umhvørvi, fólk og leiðslu. Vit hava sett okkum mál fyri 2025, ið skulu tryggja, at vit gerast eitt alsamt burðardyggari samtak til gagns fyri bæði starvsfólk og umhvørvi. Á hvørjum ári kunngera vit lyklatølini, og sostatt ber til hjá íleggjarum, starvsfólkum og øllum øðrum áhugaðum at fylgja gongdini ár undan ári.
Fyrsta ESG-frágreiðingin varð gjørd í sambandi við ársroknskapin fyri 2020.