Halt fundin við okkum á netinum
Við netfundi kanst tú halda fund við tín ráðgeva heimanífrá, so tú sleppur undan at koma inn í bankan. Tað er lætt og krevur ongar serligar tøkniligar førleikar ella telduforrit, og hartil er alt samskiftið trygt.
Góð ráð í sambandi við netfundir
Ein netfundur er eitt sindur øðrvísi, enn tá ið tú heldur fund við tín ráðgeva í bankanum.
Tí er tað eitt gott hugskot at hugsa um hetta:
- Er netsambandið gott heima hjá tær? Tað skal helst bera til at hyggja eftir einum videobroti á netinum.
- Netfundurin riggar best, um tú og ráðgevin síggja hvørt annað. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina friðarliga bakgrund, gott ljós, og um tú ikki situr í mótljósi. Tað ber tó eisini til at halda netfund uttan video.
- Kanna tøkniligu útgerðina, so tú veitst, at hon riggar.
Soleiðis gert tú
- Bílegg fundin hjá tínum ráðgeva ella útfyll oyðublaðið niðanfyri
- Ein váttan um fundin verður síðani send í Netbankan
- Tú sært avtalaða fundin í Netbankanum undir “samskifti”
- 15 minuttir áðrenn fundurin byrjar, kanst tú trýsta á ”Luttak í netfundinum” í Netbankanum
Bílegg fund
Fyll oyðublaðið niðanfyri út, og so seta vit okkum í samband við teg skjótast gjørligt.