NemID
Tú brúkar NemID, tá ið tú skal rita inn í tín Netbanka. Um tú ikki hevur NemID, fær tú hetta, tá ið tú bíleggur Netbankan.
NemID er tín talgilda undirskrift
Við NemID kanst tú ómakaleyst rita inn á ymiskar tænastur í netbankanum. Tá ið tú ritar inn við NemID, brúkar tú títt brúkaranavn, eina kodu sum tú sjálv/ur velur og ein lykil. Lykilin kanst tú antin finna á lyklakortinum, sum tú fær sendandi í postinum ella tú kann velja at downloada NemID lyklaappina – báðir møguleikar eru líka tryggir.
Við lyklaappini kanst tú brúka NemID frá tíni smartfon uttan at brúka lyklakortið. Tá ið tú t.d. skal góðkenna eina inngjalding í tínum Netbanka fer tú at fáa eina áheitan í lyklaappini. Fyri at góðkenna gjaldingina skal tú bert vátta umbøninina á lyklaappini.
Tú kann heinta lyklaappina í App store ella Google Play.
Fakta um NemID
- Tú kann brúka NemID á øllum tínum teldum, smartfon ella tablet.
- Trygdin í samband við NemID er bygd á fleiri ymisk loyniorð. Loyniorðið sum tú sjálvur velur, loyniorðið frá tínum lyklakortið ella tíni lyklaapp. Tí fær tú eina loysn har trygdin er sera góð.
- Tá ið allir lyklar á tínum lyklakorti eru brúktir, fær tú eitt nýtt lyklakort við postinum. Hetta er ikki galdandi í mun til lyklaappina, har ongin avmarking er, hvussu nógv loyniorð tú kann fáa sendandi.
- Harafturat kann tú sum ein eyka møguleika til lyklaappina bíleggja ein elektroniskan lyklavísara, sum vísir loyniorðið við at trýsta á ein knøtt.